07 Vestur er á uppflytingar kós

Vinna24-10-2020 - 19:24 - Jóanis Albert Nielsen

07 Vestur var í dag á vitjan hjá Víkingi. Víkingur var oddalið í 1. deild undan dagsins dysti.

Tað var Sveinur Justinussen hjá Víkingi, sum skoraði fyrsta málið í dag, tá ið hann legði oddaliðið á odda 1-0, sum eisini var hálvleiksstøðan. 07 Vestur gjørdi skjótt av aftaná hálvleikin. Teitur Olsen skoraði til 1-1 eftir 49. min. Martin Tausen legði 07 Vestur á odda 1-2 eftir 53. min. Tá ið 83. min. vóru leiktir staðfesti Eiler Fróðason sigurin tá ið hann skoraði til 1-3. Óli Kristian Jacobsen hjá Víkingi fekk reytt kort í yvirtíðini, tá ið hann fekk sítt seinna gula kort.

07 Vestur vann seg uppá 3. pláss við sigrinum á Víkingi, og fór Víkingur niður á 2. pláss. B68 tapti sín dyst, og datt afturum 07 Vestur á stigatalvuni.

# Lið D V J T MF MM Stig
1
NSÍ 25 15 5 5 79 41 38 50
2
Víkingur 24 14 7 3 58 32 26 49
3
07 Vestur 23 12 6 5 45 30 15 42
4
B68 24 12 4 8 48 31 17 40
5
HB 23 10 3 10 46 60 -14 33
6
B71 24 9 5 10 50 42 8 32
7
24 9 4 11 47 52 -5 31
8
B36 24 8 4 12 36 50 -14 28
9
AB 23 5 4 14 32 50 -18 19
10
FC Hoyvík 24 2 4 18 27 80 -53 10