07 Vestur vann 2-1 á B36

ítróttur22-06-2019 - 20:27 - Jóanis Albert Nielsen
07 Vestur tók í dag ímóti næstbesta liðnum hjá B36. 

Tað var B36 ið legði seg á odda á Dungasandi tá ið Sandri Færø skoraði til 0-1 eftir 40. min. Beint fyri hálvleik javnaði Solomon Kwao til 1-1.

Eftir 66. min. skoraði liðskiparin hjá 07 Vestur, Høgni E. Nielsen til 2-1, sum dysturin eisini endaði við.