07 Vestur vendi 0-3 til 3-3

ítróttur24-05-2020 - 18:46 - Jóanis Albert Nielsen

07 Vestur tók í gjár ímóti HB í 1. deild hjá monnum.

Tað var HB ið byrjaði dystin betri, og longu eftir 11. min. var støðan 0-2 til gestirnar úr Havn. Rói av Fløtum skoraði eftir tveir minuttir, og Jógvan Nolsøe økti um leiðsluna eftir 11. min. Gilli Róason økti til 0-3 eftir 39. min, sum eisini var hálvleiksstøðan.

Leingi sá út til at HB fór at vinna dystin, men tá ið 78. min. vóru leiktir minkaði Dann Fróðason um munin til 1-3. Karl Weihe fekk mál fýra minuttir seinni, so var bert eitt mál á muni. Tá ið 87. min. vóru leiktir javnaði Jógvan Petersen fyri 07 Vestur til 3-3, sum eisini gjørdist úrsliti av dystinum.

# Lið D V J T MF MM Stig
1
B68 3 2 1 0 6 2 4 7
2
Víkingur 3 2 1 0 8 4 4 7
3
B71 3 1 2 0 4 2 2 5
4
2 1 1 0 4 2 2 4
5
NSÍ 3 1 1 1 6 6 0 4
6
07 Vestur 3 0 3 0 5 5 0 3
7
B36 2 1 0 1 2 2 0 3
8
HB 3 0 2 1 4 6 -2 2
9
FC Hoyvík 3 0 1 2 3 8 -5 1
10
AB 3 0 0 3 1 6 -5 0