07Vestur: Gentur U13 spæla steypafinalu í morgin

ítróttur17-09-2019 - 10:57 - Jóanis Nielsen

Sunnudagin spældu genturnar seg í finaluna, og longu í morgin, mikudagin 18. septembur kl. 17:00 á Tórsvølli, skal finalan standa. 07 Vestur heitir sjálvandi á allar stuðlar at møta manniliga og stuðla gentum okkara.


Tað varð eftir brotsparkskapping, at 07 Vestur-genturnar spældu seg í finaluna. Tær vunnu brotsparkskappingina 5-4 á FC Hoyvík. Og í morgin verður tað so móti HB, at endaliga slagið skal standa.

Gentur okkara eru eisini rættiliga sigursvandar. Tvey tey seinastu árini hava tær vunnið FM í Futsal, umframt at tær hava hálað steypið heim í b-bólkinum uttandura.

Í morgin skulu tær so gera gentunum úr 2003/4 árgangunum kunstin eftir. Tær vunnu nevniliga steypakappingina hjá GU14 í 2017, í sera spennandi finalu móti AB.

Góða eyðnu!