1.055 fólk starvast hjá Bakkafrost

vinna20-08-2019 - 10:36 - Jóanis Nielsen

Nettoúrslitið hjá Bakkafrost fyri annan ársfjórðing 2019 var 189 milliónir krónur í mun til 339 milliónir krónur sama ársfjórðing í 2018. Rakstrarúrslitið var 339 milliónir krónur fyri annan ársfjórðing 2019 í mun til 408 milliónir krónur sama ársfjórðing í fjør. Rakstrarúrslitið fyri fyrsta hálvár 2019 var 606 milliónir krónur. Tøkan av laksi annan ársfjórðing var 12.609 tons, sum er minni enn sama ársfjórðing í fjør, tá ið tøkan var 12.902 tons.

Í viðmerking sigur Regin Jacobsen, stjóri:

- Hóast prísurin á laksi var 9 prosent lægri í øðrum ársfjórðingi í ár samanborið við sama ársfjórðing 2018, varð rakstrarúrslitið hjá Bakkafrost gott. Bakkafrost er væl áleiðis við íløguætlanini, sum umfatar íløgur fyri umleið 3 milliardir krónur í tíðarskeiðinum 2018-2022. Ein týðandi partur er íløgur í at framleiða størri smolt. Vit síggja nú greið tekin um at henda strategi, saman við rognkelsum og lúsaniðurberjing bert við mekaniskari viðgerð, virkar sum ætlað. Hetta seinasta merkir, at okkara laksur annaðhvørt verður spulaður við sjógvi ella sleppur at svimja í feskvatni. Vit fegnast um, at einki av okkara alibrúkum hevur haft lúsatøl omanfyri lúsamarkið í hesum ársfjórðingi.

Alideildin hevði eitt rakstrarúrslit á 303 milliónir krónur í øðrum ársfjórðingi 2019 samanborið við 393 milliónir krónur sama ársfjórðing í fjør. Alideildin tók 300 tons minni av laksi í øðrum ársfjórðingi í ár í mun til annan ársfjórðing í fjør. Liðugvøruframleiðslan hilnaðist betur í øðrum ársfjórðingi í ár og gav einki rakstrarhall í mun til eitt hall á 17 milliónir krónur sama ársfjórðing í fjør.

Rakstrarúrslitið, EBITDA, av framleiðsluni av fiskamjøli, lýsi og fóðri á Havsbrún í øðrum ársfjórðingi 2019 var 58 milliónir krónur samanborið við 66 milliónir krónur annan ársfjórðing í fjør.

Í øðrum ársfjórðingi 2019 læt Bakkafrost fulltíðar starvsfólkum frá 2018, sum enn eru í starvi í felagnum, bonus partabrøv svarandi til 2 prosent av lønini í 2018. Samlað læt Bakkafrost starvsfólkunum 14.300 partabrøv, sum svaraðu til eitt virði á 5,1 milliónir krónur.

Nettoskuldin hjá Bakkafrost var 744 milliónir krónur við endan av øðrum ársfjórðingi í ár í mun til 495 milliónir krónur við ársenda 2018. Bakkafrost hevði 742 milliónir krónur í ótroyttum kredittum við endan av øðrum ársfjórðingi 2019, og solvensurin var 65%.

Útlit

Marknaðurin
Sambært Kontali Analyse eru seinastu metingarnar, at altjóða útboðið av laksi øktist umleið 8 prosent í øðrum ársfjórðingi 2019 í mun til annan ársfjórðing 2018. Vøksturin kom í høvuðsheitum úr Noregi og Kili, sum hava tikið meiri av laksi enn væntað orsakað av lívfrøðiligum avbjóðingum av ávikavist algum og lús.

Hettar fer væntandi at ávirka útboðið í triðja ársfjórðingi, tá ið tøkan væntandi verður 5 prosent hægri enn sama ársfjórðing í 2018. Samlaða tøkan av laksi í 2019 verður væntandi 5-6 prosent hægri enn í 2018. Í 2020 verður vøksturin í útboði væntandi lægri.

Íløgur
Íløguætlanin hjá Bakkafrost fyri tíðarskeiðið frá 2018 til 2022 er áljóðandi 3 milliardir krónur, íroknað viðlíkahaldsíløgur. Endamálið við íløguætlanini er framhaldandi at lækka lívfrøðiliga váðan, økja um virkisførið og skapa burðardyggan vøkstur. Samstundis viðførir íløguætlanin, at virðisketan verður javnvigað til at kunna framleiða 100.000 tons um árið á ein burðardyggan hátt.

Virkni luturin hjá Bakkafrost innan burðardygd sæst í íløguætlanini, sum umfatar bygging av biogassverki á Skarðshjalla. Byggingin er væl ávegis, og verður verkið eftir ætlan tikið í nýtslu í fyrsta ársfjórðingi 2020.

Útbyggingin av smoltstøðunum gongur eisini væl – eitt nú smoltstøðin á Strond, sum er tikin í nýtslu, og hagani tey fyrstu smoltini vórðu sett á sjógv í farnu viku.

Aling
Útlitini fyri alingina eru góð. Tøkumeting og útseting av smolti eru altíð tengdar at ávísari óvissu, m.a. lívfrøðiligu gongdini. Bakkafrost setir áhaldandi lívfrøðiliga váðan í miðdepilin og hevur gjørt fleiri nýggjar íløgur og mannagongdir, sum skulu minka um váðan.

Tøkumetingin hjá Bakkafrost fyri 2019 er 54.500 tons av laksi í kruvdari vekt.

Útsetingin av smolti hjá Bakkafrost í 2019 fylgir ætlanini, og verður væntandi um 13,5 milliónir smolt samanborið við 12,6 milliónir smolt í 2018 og 9,9 milliónir smolt í 2017.

Liðugvørur
Bakkafrost hevur gjørt avtalu um sølu av liðugvørum fyri umleið 35 prosent av væntaðu tøkuni av laksi hjá felagnum fyri 2019. 32 prosent av tøkuni í øðrum ársfjórðingi 2019 vórðu nýtt til framleiðslu av liðugvørum samanborið við 15 prosent í sama ársfjórðingi 2018.

Mjøl, lýsi og fóður
Útlitini fyri framleiðsluna av fiskamjøli og lýsi eru tengd at tøku rávørunøgdini. Tilmælið fyri 2019 hjá ICES av svartkjafti er 1.143.000 tons, sum er 18 prosent lægri enn tilmælið fyri 2018. Bakkafrost metir, at framleiðslan av fiskamjøli og lýsi verður nakað lægri í 2019 enn í 2018.

Størsti marknaðurin hjá Havsbrún fyri fóðrið er tann føroyski íroknað nýtsluna av fóðri hjá Bakkafrost.

Samlaða sølan av laksafóðri verður mett til 85.000 tons í 2019.

Fíggjarliga støðan
Útlitini fyri laksamarknaðin komandi árið og áhaldandi denturin, sum verður lagdur á, at Bakkafrost hevur eina framleiðslu við munadyggum eftirliti av kostnaðinum, eru við til at økja um fíggjarligu møguleikarnar hjá samtakinum. Stóra eginognin í mun til samlaðu ognirnar og bankafígging geva Bakkafrost fíggjarligu styrkina at fremja stóru íløgurnar, sum eru fyri framman.