120 fólk fara á fólkafund á Lítlu Dímun í morgin

Mentan29-05-2019 - 23:17 - Jóanis Albert Nielsen

Seinnapartin í morgin verður tann 4. fólkafundurin í røðini hildin á Lítlu Dímun. Tyrlan flýgur fólkini úr Hvalba á oynna.

Um 120 fólk vera á fólkafundinum.

Skráin er henda:

Formaðurin bjóðar tykkum vælkomin

Signar í Homrum syngur

Felagssangur

Kristin Michelsen, løgtingsmaður og borgarstjóri, heldur eina røðu

Felagssang

Signar í Homrum syngur

Felagssangur

Enda verður við føroyskum dansi.

Umboð frá JN.fo verða við til fólkafundin.