Mynd: Hagstovan.

13.200 tinglýsingarskjøl – 9.900 um fastogn og 3.300 um akfør o.a. leysafæ

vinna07-04-2021 - 13:40 - Jóanis Nielsen

 Í fjør vórðu um 13.200 rættindaskjøl av ymiskum slagi tinglýst. Hetta er 3% fleiri enn fyrraárið. Í fastognarskjølum, ið eru nógv tey flestu, var vøksturin 9%, meðan tað var ein minking í tinglýsingini viðv. akførum o.ø. leysafæ við 14%.

Áðrenn fíggjarkreppuna var talið av tinglýsingum støðugt vaksandi til tað mesta í 2008 við 22 túsund. Men so fór tað næstan niður í helvt árið eftir og minkaði áhaldandi niður 9.500 í 2012. Vaks síðani spakuliga aftur, og síðstu 5 árini hevur talið av tinglýsingum verið millum 12 og 14 túsund.

Tinglýsing er almenna skrásetingin hjá avvarðandi landsmyndugleika av rættindum yvir fastari ogn, so sum húsum o.ø. bústøðum, grundstykkjum og jørð, servituttum, akførum og ymiskum leysafæ.

Tinglýstu skjølini kunnu vera skeyti o.o. ognarheimildarskjøl, lániskjøl, hjúnasáttmálar, skjøl um avmarkingar í rættindum (servituttir), skjøl um leysafæ o.a.

Tinglýsingin varð fyrisitin av danska Domstolsstyrelsen fram til 2006. 1. februar 2006 kom tinglýsingin undir Innlendismálaráðið, fyri síðani 1. juni 2007 at gerast ein partur av Umhvørvisstovuni.

Kelda: Hagstova FøroyaTinglýsing av fastogn, akførum og leysafæTal av tinglýsingumAkfør o.a. leysafæFastogn20042005200620072008200920102011201220132014201520162017201820192020200520102015010.00020.0002010 Akfør o.a. leysafæ: 2.014

Nógv flestu tinglýstu skjølini eru viðvíkjandi fastognum so sum skeytum o.ø. ognarheimildarskjølum, lániskjølum o.ø. viðv. fastogn. Hesi eru 75% av øllum. Lániskjøl o.a. viðv. akførum eru 23%, og síðstu 2% eru viðvíkjandi leysafæ. 

"