137 staðfest smittað í løtuni

corona13-08-2020 - 15:35 -

 Nú hava í alt 362 fólk fingið staðfest coronasmittuna. Tað vísa nýggjastu kanningarúrslitini, sum Landslæknin hevur kunngjørt. Úrslitini byggja á 65.948 kanningar.

Týdagin 11. august vórðu 2444 kanningar framdar. Millum hesar eru 14 tilburðir staðfestir. 156 kanningar eru tó ikki greinaðar enn. 

Mikudagin 12. august vórðu 2099 kanningar gjørdar. Longu nú eru 12 tilburðir staðfestir. Endaliga kanningarúrslitið er ikki tøkt enn, tí enn mangla 701 kanning at verða greinað. 

Heitt verður á øll um at vísa serligt varsemi, til øll kanningarúrslit fyri kanningardagin eru tøk. 

 

    
Dato fyri kanningKanningar Positivar Bíða eftir úrsliti
03.08.207172 
04.08.2094814 
05.08.20228638 
06.08.20280416 
07.08.20452111 
08.08.2034627 
09.08.20226910 
10.08.20354213 
11.08.20244414156
12.08.20209912701

Tey, sum fáa staðfest smittuna, verða uppringd. 

Smáar broytingar eru gjørdar í hagtalsyvirlitinum, og kanningar verða nú flokkaðar til tann dagin, sum hesar eru gjørdar. Seinastu tíðina eru kanningarúrslit flokkað til tann dagin, sum hesi eru kunngjørd. 

Harumframt eru yvirlitið av teimum smittaðu eisini dagført. Nú ber til at síggja tey smittaðu frá 1. juli býtt í aldur og øki á landinum. Sí nágreinað hagtøl her