Tilvildarlig mynd.

17. mai í 1979 var stórkavi og kavarok

mentan17-05-2020 - 12:49 - Jóanis Nielsen

 Veturin 1978/79 var serliga kaldur.

Tá ið kom út í mai og lembingin kom fyri var stórkavi. Eg (Jóanis) minnist serliga 17 mai, tá var stórkavi og kavarok - nógvur seyður doyði tað várið.

Vøtnini í Vágum frystu øll til - á Leitisvatni var ísurin so tjúkkur, at bilar koyrdu á ísinum - sí myndirnar niðanfyri, ið eru tiknar 11. februar 1979.