177 føroyingar fingið staðfest smittuna

corona02-04-2020 - 07:38 - Jóanis Albert Nielsen

Tað eru nú í alt 177 føroyingar, ið hava fingið staðfest corona-smittuna. Hetta byggir á í alt 4512 kanningarúrslit.

Sostatt eru fýra persónar staðfestir smittaðir afturat seinasta samdøgnið.

Tað upplýsir Landslæknin í morgun, nú seinastu kanningarúrslitini eru tøk.

Les eisini: 81 føroyingar staðfestir frískir