25 ár síðan Gulfstream-flogfarið datt niður við Selvík

mentan03-08-2021 - 15:14 - Jóanis Nielsen

 Í samband við at tað í dag eru 25 ár síðan flogvanlukkuna við Selvík, varð í morgun ein minnisvarði avdúkaður við Breiðásand, sum er millum Bø og Sørvág.

3. august 1996 datt flogfarið hjá donsku  verjuni niður, 9 fólk lótu lív:

Admiral Hans Jørgen Garde

Lektor Anna Garde

Oberst Ole Jørgensen

Orlogskaptajn Hans Henrik Spøhr

Major Jens Blæhr

Kaptajn Claus Ervin Jørgensen

Premierløjtnant Tummas Djóni Askham

Oversergent Bent Nielsen

Oversergent Per Allan Hansen

Aftaná hátíðarløtuna á Bíggjarvegnum var ábit í kirkjuhúsinum í Sørvági fyri innboðnum.

Vit tóku hesar myndirnar seinnapartin í dag.