35 tilburðir í gjár

corona22-11-2021 - 16:49 - Jóanis Nielsen

Í gjár vóru 35 nýggir tilburðir staðfestir, vísa nýggjastu tølini hjá landslæknanum.

Landslæknin hevur verið í sambandi við øll tey smittaðu.

1995 kanningar vóru gjørdar seinasta døgnið. Í løtuni eru 368 smittað, sjey eru innløgd, og 12 eru deyð við koronu í Føroyum.