37 tíma arbeiðsvika verður spard innaftur

politikkur17-08-2019 - 11:00 - Jóanis Nielsen

Starvsmannafelagið:

LØGTINGSVAL 2019/VIDEO: Tað hevur als einki við veruleikan at gera, tá valevni til løgtingsvalið førir fram, at kostnaðurin av at seta arbeiðsvikuna úr 40 niður í 37 tímar fer at kosta samfelagnum meira enn hálva milliard krónur. Hetta sigur Súni Selfoss, formaður í Starvsmannafelagnum.

- Tað ber á ongan hátt til at rokna soleiðis, at gott 27.000 løntakarar faldað við 3 tímum við eini minstu tímaløn á 132 krónur yvir 52 vikur og siga, at hetta fer at kosta samfelagnum meira enn 550 mió. krónur. Soleiðis hanga tingini als ikki saman, tí nógv arbeiða niðursetta tíð og harvið longu væl undir teir 40 tímararnar um vikuna, sum lógarásetta arbeiðstíðin hevur verið seinastu 40 árini, sigur formaðurin í Starvsmannafelagnum.

Súni Selfoss vísir á royndir aðrastaðni, sum eru komnar til ta niðurstøðu, at við at seta arbeiðstíðina niður, verður spart nógv í sjúkradøgum, effektiviteturin økist, útreiðslurnar til heilsuverkið minka, og starvsfólkini gerast betri fyri sálarliga við at hava styttri arbeiðsviku.

Sí og hoyr video við Súna Selfoss, har hann vísir á fyrimunirnar við at seta arbeiðstíðina niður í 37 tímarHER.

Sí og hoyr eisini Regin Berg, stjórnmálafrøðing, greiða nærri frá kjarnumáli 1 hjá Starvsmannafelagnum um 37 tíma arbeiðsvikuHER.

Tey seks kjarnumálini hjá Starvsmannafelagnum í 2019 eru:

1. Stytta arbeiðsvikuna niður í 37 tímar
2. Tryggja, at viðurskiftini hjá starvsfólki í tíðaravmarkaðum størvum verða betri vard
3. Tryggja, at viðurskiftini hjá starvsfólki í niðursettari tíð verða betri vard
4. Fáa greiðari mørk millum arbeiðslív og frítíð
5. Hægri politiska raðfesting av førleikamenning og vaksnamannaútbúgving
6. Gera livikorskanningar, ið varpa ljós á støðuna hjá føroyska løntakaranum.


Les meira um kjarnaumálini her á heimasíðuni hjá Starvsmannafelagnum. Eisini ber til at síggja, hvørja støðu politisku flokkarnir hava til málini. Hygg undir Tema her á heimasíðuni.