98 metrar borðaðir av Sandoyartunlinum

vinna15-07-2019 - 18:40 - Jóanis Nielsen

Eftir at Eysturoyartunnilin var skotin liðugur tann 7 juni, hevur NCC arbeitt við at taka niður og seta í stand útgerðina, sum brúkt var í Eysturoyartunnilin. Síðan er NCC so smátt byrja at bora í Traðardali. Borivognurin var settur í gongd 4 juli og nú eru í alt boraðir 98 metrar. Fríggjadagin fer arbeiðið í summarferiu fram til ólavsøkudag, tá byrja verður aftur.

Einaferð eftir summarfrítíðina verður eisini byrjað at bora á Gomlurætt.

Kelda: Sandoyartunnilin