Á pálsmessu kemur súlan at landi - myndir

mentan25-01-2021 - 18:08 - Jóanis Nielsen

Pálsmessa er 25. januar, tá kemur súlan at landi í Mykineshólmi. Pálsmessa var hátíðardagur í Mykinesi, tá plagdu mykinesfólk at fara at taka ímóti súluni. Gamalt var at farið varð upp á gólv, í Mykinesi, pálsmessukvøld.

Nú gongur móti ljósari tíðum - vøkru myndirnar, ið vit hava fingið úr Mykinesi, bera boð um ljósari tíðir.