Aðalfundur í Føroya Fuglafrøðifelag

mentan24-02-2021 - 16:41 - Jóanis Nielsen

Tíðindaskriv Føroya Fuglafrøðifelag:

Aðalfundur í Føroya Fuglafrøðifelag

Leygardagin 13. marts verður aðalfundur í Føroya Fuglafrøðifelag. Tríggjar spennandi framløgur vera á skránni. Hareftir verður skrá sambært lógum felagsins.

Framløgur:

· Jón Aldará: Ringmerkingarárið 2020
· Diana Krossá Kongsbak: Afturlit á fuglateljingina í 1981 – færri fuglar í 2020
· Sjúrður Hammer:
Hvussu nakrir fjarðar kunnu læra okkum nógv um skúgvin

Aðalfundurin verður kl. 14.00 í Havstovuni, Nóatúni 1. Almennu tilmælini verða fylgd. Fundurin og framløgurnar verða stroymd, og lýst verður nærri við hesum seinni.

Nýggir limir er hjartaliga vælkomnir.

Føroya Fuglafrøðifelag