Ætlaða eftirlitsvitjanin í heyst hjá matvørumyndugleikanum í Brasil, er útsett til 2020

vinna16-08-2019 - 11:00 - Jóanis Nielsen

Brasilski matvørumyndugleikin MAPA ætlaði at koma til Føroya á eftirlitsvitjan í heyst. Í hesum sambandi er fyrireikingararbeiðið gjørt áðrenn summarferiuna, soleiðis at eftirlitsvitjanin kundi fremjast eftir tí leisti, ið MAPA ynskti.

Fyrst í august boðaði MAPA so frá, at vegna fíggjarligu umstøðurnar hjá teimum, ynskja tey at útseta vitjanina til 2020, tað skrivar HFS.fo