Nýggjastu


Ætlar landsstýrismaðurin at koma ovurstóru bústaðartrupulleikunum til lívs

Politikkur18-09-2018 - 09:30 - Jóanis Albert Nielsen

Munnligur fyrispurningur til landsstýrismannin í bústaðarmálum

1. Hvørji bráfeingis stig ætlar landsstýrismaðurin at taka fyri at koma ovurstóru bústaðartrupulleikunum til lívs?

2. Ætlar samgongan at seta serliga játtan av við eykajáttan í ár fyri at koma sperdum familjum í bústaðarneyð til hjálpar í skundi?

Tað er skelkandi og hugstoytt at hoyra um ræðuligu bústaðarneyðina, sum bæði familjur við børnum og einstaklingar eru í. Í kringvarpinum í farnu viku hoyrdist um eina mammu við fleiri børnum, sum yvir lutfalsliga stutta tíð hevði skift bústað 7 ferðir, og at teirra lív nú kann sigast at vera pakkað niður í kuffert, tí tey vita ikki, um og nær tey næstu ferð skuldu flyta. Í løtuni búgva tey hjá góðhjartaðum fólki, sum hevur hýst teimum fyribils. Fólkavøksturin tykist at vera komin óvart á og tykist samgongan ikki at hava eina loysn til tey mongu, sum eru í bústaðarneyð. Tørvur er á politikki, sum megnar at fylgja við tíðini og skapa loysnir, sum veruliga muna. Landsstýrismaðurin hevur í fleiri umførum víst til almenna felagið Bústaðir, áður Húsalánsgrunnurin, sum eigur at lyfta uppgávuna. Men tað ger felagið ikki og tí er bólturin hjá landsstýrinum.

Bill Justinussen