Mynd: Christian Olsen.

Akraberg breyt túrin av

vinna06-03-2021 - 20:59 - Jóanis Nielsen

 Frystitrolarin Akraberg kom á Fuglafjørð í gjár, teir fingu trupulleikar við trolspølunum, og máttu tí bróta túrin av.

Teir hava verið í Barentshavinum, har teir høvdu góðan fiskiskap, teir høvdu 660 tons av frystum og 300 tons av slógvi, nú teir komu heim.

Mett verður, at Akraberg ikki verður klárur at fara til fiskiskap aftur fyrrenn um tríggjar vikur.