Akraberg farin at sigla heim

vinna14-05-2020 - 14:20 - Jóanis Nielsen

Eftir at hava fiskað í góðar tveir mánaðir, er Akraberg farin at sigla heim, við góðum 700 tonsum av rækjum, sum eru fiskað í russiskum sjógvi.

Vit hava roynt norðalaga, so tað tekur knappar tveir dagar at sigla til kontrolpunkt, har vit eftir ætlan verða í ovmorgin.

Vit rokna við at verða á Fuglafirði komandi hósdag siga teir við okkum á JN.fo