Akraberg siglir heim við fullari last

vinna13-07-2020 - 11:09 - Jóanis Nielsen

 Frystitrolarin Akraberg hevur aftur gjørt ein skjótan túr í Barentshavinum, teir hava fulla last - 900 tons av frystum og útvið 400 tons av slógvi. Akraberg fór av Fuglafirði 17. juni.

Teir verða á kontrolpunktinum í kvøld og seta so kós móti Føroyum, roknast kann við, at teir koma á Fuglafjørð seint fríggjakvøldið

Skipari er Erland Olsen.

Akraberg skal landa í Fuglafirði.