Mynd: HSF.fo

A-landsliðið hjá monnum er úttikið

ítróttur30-12-2020 - 20:30 - Jóanis Nielsen

HSF skrivar: A-landsliðið hjá monnum hevur verið saman millum jól og nýggjár, og eftir dagsins venjing var greitt, at liðið, ið møtir Kekkia til EM-undankappingardystirnar, í stóran mun er tað sama, sum varð úttikið fyrr í ár, áðrenn hesir dystirnir vóru útsettir.

Landsliðsvenjararnir Sonni Larsen og Dia Midjord siga seg vera væl nøgdar við avrikini frá úttiknu leikarunum eftir seinastu samling í ár.
Vit hava gjørt alt, sum vit kunnu fyri at vera so klárir sum gjørligt til dystirnar móti Kekkia. Har eru nøkur smáting, ið vit fara at arbeiða við dagarnar upp undir dystirnar, fyri at lyfta støðið eitt vet hægri, sigur Sonni Larsen, høvðusvenjari, og leggur aftrat, at talan er um smáumbøtingar á neyvleika og skotum.
Hesir eru úttiknir at møta Kekkia til undankappingardystirnar 6. og 9. januar:
Nicholas Satchwell, KA Akureyri
Tórður Skorheim Guttesen, Odder Elite Håndbold
Rói Berg Hansen, HØJ
Leivur Mortensen, Ajax København
Brandur Halgirson, Ajax København
Jónas Gunnarson Djurhuus, Viking Stavanger
Filip Jojic, VÍF / Hans Eli Sigurbjørnsson, KÍF
Peter Krogh, H71
Teis Horn Rasmussen, TM Tønder
Kjartan Johansen, Viking Stavanger
Vilhelm Poulsen, Fram
Allan Norðberg, KA Akureyri
Pætur Thomsen, H71
Helgi Hildarson Hoydal, Viking Stavanger
Rókur Akralíð, HEI Skæring
Rógvi Dal Christansen, Fram
Einastu broytingar í hópinum eru, at Filip Jojic er vorðin skaddur í legginum, og tí er ógreitt um hann verður klárur til dystirnar móti Kekkia í januar. Verður Filip ikki klárur, kemur Hans Eli Sigurbjørnsson í hansara stað. Eisini hevur Rókur Akralíð boðað frá, at hann kann vera við til báðar dystirnar. Hann var upprunaliga ikki tøkur til útidystin vegna arbeiðsumstøður hansara sum lækni í Aarhus.
Fyrri undankappingardysturin verður í Høllini á Hálsi 6. januar, meðan seinni dysturin verður leiktur í Pilzen í Kekkia 9. januar.