Alibátur kom svia til hjálpar

myndir24-05-2019 - 10:24 - Jóanis Nielsen

 Ein svenskur seglbátur hevur ligið uppenkraður á Sandavági í tveir dagar, tað hevur verið nógvur vindu hesar báðar dagarnar.

Í morgun skuldi einsamalli maðurin í land, hann hevði ein gummibát, men illa gekk hjá honum, tí vindurin var so nógvur, at hann varð tikin av vindi og endaði á landi inni undir Leitinum.

Ein alibátur hjá Hiddenfjord var á vágni, teir sóu tilburin og fóru til hjálpar, soleiðis at maðurin slapp í land í øllum góðum.

Vit tóku nakrar myndir.