Álitið verður sett á teir ungu hjá VÍF

ítróttur12-09-2017 - 10:28 - Jóanis Albert Nielsen

Landskappingin í hondbólti byrjar aftur um vikuskiftið, Ingi Olsen venjari hjá VÍF sigur, at frágongdin hjá VÍF hevur verið stór, og skulu teir ungu ið vóru tætt rundanum hópin í fjør, verða teir ið skulu mynda VÍF í ár.

Hvussu hava tit fyrireika tykkum til kappingina?

- Eins og undanfarin ár, so hava vit roynt at fingið leikararnar at vant í summar, so teir eru so klárir sum møguligt at byrja venjingarnar í august. Tað er fyri so vítt einki øðrvísi í ár hvat fyrireikingum viðvíkur.

Hvussu sær hópurin út í ár í mun til í fjør?

- Hópurin er slett ikki tann sami í ár. Har hevur verið stórt fráfall. Sámal Joensen og Agnar Joensen eru endaliga givnir. Rói Lamhauge er farin til annað felag. Magnus Múller og John Rúnason eru farnir til KÍF. Høgni Zachariasen er farin til Neistan. Hanus Christoffersen er farin til Danmarkar í lestrarøðrindum og Jugoslav Djumic, sum var eitt skifti hjá okkum er eisini givin. Og so valdi Áki Egilsnes at fara at royna seg í Íslendskum hondbólti eisini. So frágongdin er sera stór.

Vit hava fingið tilgongd frá einum strikuleikara úr Grønlandi og Dia Lava, sum hevur sínar røtur í Kyndli, hevur tikið skógvarnar fram aftur, eftir ikki at hava spælt í eina tíð.

Fleiri ungir vóru tætt við truppin seinasta ár. Spældu onkran dyst. Hesir koma at vera fastur partur av truppinum komandi kappingarár. Nevnast kunna Agga og Jóhan í Garðastovu, Kaj Johannesen og Hallur Árason. Alt ungir sera spennandi leikarar, sum vit í VÍF eru sera spentir uppá.

Hvønn málsetning hava tit til kappingina?

- Vit hava sum mál til komandi kapping, at vit enda sum minst top 4 í FTZ kappingini og vónandi í semifinaluni í Faxe Kondi kappingini. Grundað á stóra útskifting, so vilja vit geva leikarunum tíð til at menna seg og tí mugu lið sum Kyndil, sum hava upprustað ógvusligani, vera favorittar til at koma langt í komandi kapping, sigur Ingi við JN.fo.