Almenn móttøka fyri Sandavágs Talvfelag

ítróttur06-04-2021 - 11:55 - Jóanis Albert Nielsen

13.mars vunnu Sandavágs Talvfelag føroyameistaraheitið fyri lið. Um páskini var FM fyri einstaklingar, og tá gjørdist Høgni Egilstoft Nielsen úr Sandavágs Talvfelag Føroyameistari.

Í hesum sambandi verður almenn móttøka í SÍF-húsinum hóskvøldið kl. 18.30. Aftaná verður snarkapping. 

Øll eru hjartaliga vælkomin.