Almennir stovnar eiga at rinda húsaleigu

Vinna23-04-2019 - 19:02 - Jóanis Albert Nielsen

FÍGGING: Um nøktandi viðlíkahald av almennum bygningum skal tryggjast, og hetta ikki skal tyngja fíggjarlógina óneyðugt, eigur húsaleiga at verða áløgd øllum leigarum í almennum bygningum. Við eini slíkari skipan ber til at innheinta eftirsleipið av viðlíkahaldinum og tryggja nøktandi viðlíkahald frameftir. Alt eftir støddini á húsaleiguni ber eisini til at leggja upp fyri enduríløgum og nýíløgum í almennar bygningar. Við øðrum orðum er talan um eina sjálvfíggjandi loysn, ið Landsverk fyrr hevur víst á sum eina rætta og gongda leið.

Hyggja vit eftir londunum kring okkum rinda so at siga allir almennir stovnar leigu í teimum bygningum, teir húsast í. Hetta er í høvuðsheitum gjørt fyri at tryggja nøktandi viðlíkahald av bygningunum, samstundis sum hetta gevur rúmd fyri bæði enduríløgum og nýíløgum.

Í Føroyum er framvegis tann skipanin galdandi, at viðlíkahald og íløgur í almennar bygningar verða fíggjað umvegis fíggjarlógina. Ein skipan, ið er ótíðarhóskandi, og sum tyngir eina frammanundan sperda ella tronga fíggjarlóg óneyðugt.

Landið ræður í dag yvir umleið 240.000 fermetrum í bygningum, og í ár eru settar 21 mió. krónur av á fíggjarlógini til rakstur og viðlíkahald. Tørvurin er 74 mió. krónur og sostatt 3,5 ferðir størri enn játtanin. Til samanberingar liggja hini Norðurlondini á millum 1,2 og 2,6 ferðir árligu rakstrar- og viðlíkahaldsjáttanina.

Leigan fíggjar raksturin og viðlíkahaldið
Við eitt nú at áseta ein fermetraprís á 185 krónur gevur hetta umleið 45 mió. krónur og harvið meira enn tvífalt tað, sum er avsett á fíggjarlógini í ár og nakað tað sama fyri komandi ár. Fyri ein stovn, sum til dømis leigar 1.000 fermetrar, hevði talan verið um eina leigu á 185.000 krónur, ið sostatt kundi farið til viðlíkahald av bygninginum.

Hetta er lítil upphædd í mun til tær upphæddir, sum stovnar, ið leiga frá tí privata, mugu av við í leigu. Dømir eru um, at leigan kann fara væl upp um 1.000 krónur fermeturin, meðan aðrir stovnar, ið hava sítt leigumál í almennum bygningum, ikki rinda nakra leigu. At munur soleiðis verður gjørdur á, um alment virksemi heldur til ókeypis í einum almennum bygningi ella hjá øðrum útleigara, er beinleiðis kappingaravlagandi.

Innkrevjing av leigu hevði eisini havt gagnliga ávirkan á raksturin, tí tá noyðast almennu leigararnir sjálvir at finna sparingar ella alternativar fíggingarmøguleikar av virksemi teirra. Somuleiðis høvdu leigararnir verið ansnir við ikki at sita á fleiri leigaðum fermetrum, enn hægst neyðugt. Úrslitið hevði sjálvandi verið ein samlað sparing í almenna húsarhaldinum og uttan iva fleiri fermetrar at ráða yvir, sum onnur kundu fingið gleði av at húsast á.

Sjálvfíggjandi skipan
Hugsar tú hendan leistin víðari, ber eisini til at leggja upp fyri íløgum og upp á sikt hava eina sjálvfíggjandi skipan, tá ræður um smærri og miðalstórar bygningsverkætlanir.

Við at áseta ein fermetraprís á til dømis 400 krónur, sum framvegis er upp til 2-3 tríggjar ferðir lægri enn tað, privati marknaðurin bjóðar, koma inntøkurnar upp á 92 mió. krónur. Umframt leypandi viðlíkahald eins og stigvísa innheintingin av eftirsleipinum, hevði sostatt borið til at sett ein part av inntøkunum av til nýíløgur. Sostatt kundi øll skipanin sum frálíður í stóran mun verið sjálvfíggjandi.

Hædd skal sjálvandi takast fyri, at ein almenn leiguskipan í ávísan mun fer at seta krøv til hægri játtan á fíggjarlógini til almennar stovnar. Væl at merkja, um viðlíkahaldsparturin skal økjast samsvarandi tørvinum, sum sjálvandi má vera málið. Ein slík skipan fer tó at eggja stovnunum til at spara óneyðugar útreiðslur í sambandi við eitt nú leigu og vanligan rakstur av bygningum, og tí ber til at heinta fittan part av útreiðslunum inn aftur tann vegin.

Les eisini greinina “Meira ferð setast á grønar bygningsloysnir”, sum eisini er partur av sama fíggingarleisti, HER.


FAKTA
Føroyskir almennir stovnar, ráð og annað alment virksemi undir landinum, ið leiga ognir frá tí almenna, rinda í dag onga leigu til landið. Hetta er ógvuliga ótíðarhóskandi, um vit hyggja at londunum kring okkum, har leigukostnaður er ein natúrligur partur av rakstrinum hjá almennum leigarum.

Hinvegin rinda stovnar, sum leiga frá tí privata, í nógvum førum oman fyri 1.000 krónur árliga fyri fermeturin. Um landið til dømis ásetir ein leigukostnað á 400 krónur fermeturin, sum í flestu førum er fleiri ferðir minni enn tey dýrastu privatu leigumálini, kundi peningurin verið nýttur til bæði viðlíkahald, húsaumsiting, tryggingar og enntá íløgur.

Í krónum kundi roknistykkið sæð soleiðis út.

    

Inntøkur:                            (mió. kr.)
400 kr. x 240.000 m²            96,0

Útreiðslur:
Viðlíkahald                                40,8
Húsaumsiting/rakstur           28,8
Tryggingar                                  4,8
Framtíðar íløgur                        21,6
Í alt árliga                                   96,0


Í dag rinda almennir stovnar 43 mió. krónur árliga til privat leigumál fyri 55.000 fermetrar. Í miðal svarar hetta til umleið 800 krónur fermeturin yvir alt landið. Tað vil siga tvífalt so nógv, sum Landsverk mælir til, at landið skal krevja inn fyri leigu í almennum bygningum.