Alneyðugt við góðum ferðasambandi út í Hest

politikkur27-05-2020 - 11:38 - Jóanis Nielsen

Heðin Mortensen vil hava Jørgen Niclasen at greiða frá, hví tað ikki er betri ferðasamband út í Hest. Tað er alneyðugt fyri at halda lív í oynni, sigur Heðin Mortensen.

Í nógv ár hava hestfólk verið við skerdan lut tá umræður samband til og frá Hesti. Undir seinastu samgongu vórðu fleiri túrar við tilkalling settir á ferðaætlanina. Men nú eru hesir túrar burtur aftur. Heðin Mortensen, løgtingslimur og fyrrverandi landsstýrismaður á økinum, vil hava Jørgen Niclasen at greiða frá, hví so er. Tí hevur hann sett landsstýrismanninum ein fyrispurning um evnið.

- Fleksibiliteturin hevur alt at siga fyri at halda lív í eini útoyggj, og tað er alneyðugt fyri hestfólk, sum hava fast arbeiði á meginøkinum, at sleppa yvirum á morgni til arbeiðis. Ein bygd/oyggj skal rekast og røkjast. Í Hesti er eisini nógv bóndalív og í lembing, hoyna, reking, slakti og øðrum kann verða neyðugt at fáa eykafólk at hjálpa til við hesum uppgávum. Hetta ber bert til, um farleiðin er nøktandi at koma til og frá, sigur Heðin Mortensen.

Eisini vísir hann á, at tað eru nógvar stórar tænastuveitingar at røkja í Hesti, skulu allar galdandi umhvørvislógir haldast. Talan er um stór flutningsakfør, sum skulu til og frá, so sum oljubilar, renovatiónsbilar, tøming av sóttartangum, vesivognar, kampingvognar, umframt kommunubilar so sum asfalt, gøtuljós o.m.a.

- Hestur kann harafturat vera eitt áhugavert stað at vitja hjá ferðafólki. Skal ferðavinnan mennast í økinum er eisini neyðugt við nøktandi ferðasamband til hetta endamál, sigur Heðin Mortensen og vónar, at landsstýrismaðurin ber so í bandi, at Hestleiðin fær eina trygga, gevandi og álítandi farleið.