AlS: Útgjald

corona01-04-2020 - 10:14 - Jóanis Nielsen

Starvsfólk hava rætt til lønarískoyti sambært serligu korona-skipanini frá 12. mars og annars frá tí degi, starvsfólkið er sent heim, tí ber í fyrsta lagi til at fáa útgoldið stuðul frá 12. mars.

Fyrsta útgjaldið úr nýggju stuðulsskipanini fevnir um tíðarskeiðið frá 12. til 22. mars. Hetta var útgoldið 31. mars til øll tey, ið tá høvdu fingið umsóknina um lønarískoyti játtaða.

Lønarískoyti fyri tíðarskeiðið frá 12. mars til 22. mars til umsóknir, ið eru játtaðar fram til á døgurða mikudagin 1. april, verður goldið út hósdagin 2. apríl.

Lønarískoyti fyri aðrar umsóknir fyri hetta tíðarskeiðið verður goldið út, so hvørt umsóknirnar eru avgreiddar.

Næsta útgjaldið er fyri tíðarskeiðið frá 23. mars til 5. apríl.

Lønarískoytið fyri hetta útgjaldsskeiðið til starvsfólk í serligu korona-skipanini, hvørs umsóknir eru játtaðar, verður goldið týsdagin 7. april.

Arbeiðsloysisstuðulin fyri útgjaldsskeiðið, sum fevnir frá 23. mars til 5. apríl, verður á kontu 15. apríl hjá teimum, sum eru í vanligu arbeiðsloysisskipanini.

Stórt trýst er á málsviðgerðini hjá ALS í hesum døgum, og vit fara at rinda lønarískoyti til fólk í serligu korona-skipanini tvær ferðir um vikuna - so hvørt, sum umsóknir verða skrásettar.