Altjóða roykfríi dagur

mentan31-05-2019 - 13:06 - Jóanis Nielsen

Um allan heim verður á hesum degi varpað ljós á tær stóru avleiðingar, sum roykingin hevur við sær.Ikki serliga hugalig kunning nei, tó so kanska kann júst hesin dagur gerast serstakliga jaligur.

Kanska kann hetta gerast dagurin, tá tíni lungu umsíðir fáa frí.

Frí frá yvirarbeiði ígjøgnum langa tíð.

Hetta kann tykjast óveruligt fyri mong, ið eru bundin av tubbaki.

Tó so, onki er ómøguligt, um vit eru fleiri um tað. Hesin dagur kann tí vera eitt gilt høvi at savnast í besta ABC anda og siga, at saman kunna vit leggja av at roykja á ein stuðlandi og meiningsfullan hátt.

Ja kanska verður hesin dagur tín fyrsti roykfríi dagur restina av lívinum.