Andrea Árting á føroyskum frímerki

mentan05-03-2021 - 15:42 - Jóanis Nielsen

Sjálvan altjóða kvinnudagin, 8. mars 2021, gevur Posta út frímerki Andreu Árting til heiðurs.

Andrea Árting var frá 1937-1977 - í samfull 40 ár - forkvinna í Havnar Arbeiðskvinnufelag.

Hon var ein slóðbrótari á so mongum økjum og skipaði m.a. fyri fyrsta kvinnuróðrinum á Ólavsøku í 1918. Sum eitt av sínum seinastu avrikum, var hon við til arbeiðsmarknaðarsamráðingarnar í 1977. Undir hesum beinhørðu samráðingum við tá 85 ára gamla framherjanum á odda, gingu arbeiðsgevararnir umsíðir við til kravið um, at kvinnur skuldu fáa somu løn sum menn fyri sama arbeiði. Broytingin varð stigvíst sett í verk í árunum fram til 1981.

Anker Eli Petersen hevur sniðgivið frímerkið.

Móttøka 8. mars

Í samband við frímerkjaútgávuna hevur Posta móttøku í

Havnar Arbeiðskvinnufelag
Bøgøta 10, Tórshavn
mánadagin, 8. mars
kl. 15:00.

Á móttøkuni fer Karin Kjølbro at siga nøkur orð um Andreu Árting.
Høvi verður eisini til at ogna sær frímerkini og snøggu plakatina, sum Posta hevur givið út í samband við frímerkjaútgávuna.

Øll eru vælkomin!
Posta

Ein áhugaverdur tekstur um Andreu Árting er at finna á heimasíðuni hjá Frímerkjadeildiniwww.stamps.fo