Andreas: Uppá tíðina, at HSF fær høvdið úr sandinum og sær veruleikan í eyguni

ítróttur17-04-2020 - 11:58 - Jóanis Albert Nielsen

Júst sum hondbólturin fór út í endaspurtin í landskappingin steðgaði landskappingin í hondbólti upp vegna koronasmittuvanda. Tað var tann 8. mars at seinasti hondbóltsdysturin var leiktur í Okkara-deildini hjá monnum.

Andreas F. Hansen, venjari hjá KÍF, hevur sent ÍSF og HSF eitt skriv, har hann heitir á, at “HSF fær høvdið úr sandinum og sær veruleikan í eyguni. Tað hevur ikki týdning, at kappingarárið verður spælt liðugt fyri ein hvønn prís. Takið eina endaliga og skilagóða avgerð, og fá ein enda á kappingarárið 2019/20 beinanvegin.”

KÍF hevur síðstu árini ikki spælt við í oddinum, men kappast nú um at spæla hálvfinalurnar fyri hetta kappingarárið, men Andraes F. Hansen vil hava enda á kappingini, m.a. tí hann hugsar um skaðarnar, sum kunnu koma fyri, aftaná at leikararnir ikki hava kunnað vant styrkivenjing og hondbólt í 6 vikur.

Nevnast kann m.a. at kurvabóltur og flogbóltur hava endað kappingarnar fyri í vetur.

Niðanfyri er skrivi Andreas F. Hansen hevur sent til ÍSF og HSF:

Góðan dag,

Væl vitandi um, at HSF arbeiðir við at fáa kappingarárið spælt liðugt, so kann eg ikki lata hetta fara framvið, uttan at koma við viðmerkingum. Tað sum higartil er skrivað/umrøtt á sosialum miðlum, lýsir als ikki tað, sum fleiri hondbóltsleikarar/venjarar hugsa um støðuna.

Her eru 3 brot frá KÍF leikarum:

"Personligt er det ved at for lang tid siden. Det kommer til at føles som om at man starter op efter en sommerferie, og der er alt for store chancer for at blive skadet. Synes næsten det er bedre at man begynder og se fremad imod næste sæson"

"Haldi tað er skilagott at gevast, tí bert ein sjúkur er nokk til at senda eitt heilt lið í karantenu, sum ger at kappingin ikki kann gjøgnumførast! Og persónliga vil eg ikki stilla upp til dyst, um tað økjur um vandan fyri sjúku, nú konan er upp á vegin og í vandabólki saman við ‘teimum gomlu’."

"Eri púra samdur við teimum omanfyri. Tað virkar heilt øvugt at fara at spæla hondbólt, tá ið tilmælini hjá myndugleikunum mæla frá at samlast í stórum bólkum. Fyri mítt egna viðkomandi er hetta eisini ein trupul støða. Eg stríðist við tvær immunsjúkur, havi niðursetta immunverju og má tí metast at vera í sokallaða vandabólkinum."

Omanfyrinevnda er tað, sum fleiri hugsa og halda; ikki bara í KÍF. Heilsan hjá leikarunum hevur als ikki verið nevnt og har hugsi eg ikki 'bara' um Korona; eg hugsi um skaðarnar, sum kunnu koma fyri, aftaná at leikararnir ikki hava kunnað vant styrkivenjing og hondbólt í 6 vikur. Tað er fullkomuliga ábyrgdarleyst, at HSF skal noyða leikararnir at spæla. Somu leikarar skulu helst ígongd aftur at fyrireika eitt nýtt kappingarár innan stutta tíð.

Eg haldi persónliga, at tað er uppá tíðina, at HSF fær høvdið úr sandinum og sær veruleikan í eyguni. Tað hevur ikki týdning, at kappingarárið verður spælt liðugt fyri ein hvønn prís. Takið eina endaliga og skilagóða avgerð, og fá ein enda á kappingarárið 2019/20 beinanvegin.

vh

Andreas F. Hansen

venjari hjá KÍF