Anna vann 1,2 mió í Gekkinum í kvøld

20-09-2019 - 21:48 - Jóanis Albert Nielsen

Tað vóru 3,6 mió kr. uppá spæla í Gekkinum í kvøld, og tað er tað hægsta Gekkurin hevur verið á nakrantíð.

Tað var Anna Vestergaard úr Vági, sum var hepni Gekkaspælarin, sum slapp ígjøgnum við fullari plátu. Anna valdi at deila Gekkin í trý, soleiðis at tað vóru 1,2 míó kr. í hvørjum leypi.

Í fyrstu royndini kom hon á kr. 10.000, men í aðru royndini kom hon á gula leypin, og vann tí 1,2 mió kr.