ANRU gjørt ein góðan túr

Vinna13-01-2021 - 19:34 - Jóanis Albert Nielsen
Anru kom í dag fullfermd á Miðvág, og hevði Anru um 47.000 pund.

Anru hevur bæði roynt eystan- og vestanfyri.

Anru landaði til Snarfrost í Miðvági. Hýsan var seld beinleiðis til keyparar, og restin var boðin út á Fiskamarknaðinum.

Reiðarin, Janus Rein, upplýsir fyri okkum at skipið fer aftur til fiskiskap í morgin.

Myndina tóku vit seint seinnapartin. Tað er sjálvsamt at síggja tveir bátar við sama navni, men fyrrverandi Anru er seld til Sandavágs. Útróðrarbáturin eitur nú Lokkafelli.