ANSNI hevur styrkt um leiðsluna

vinna12-03-2019 - 12:33 - Jóanis Nielsen

Leiðslan í ANSNI fegnast um at hava styrkt um leiðsluna í felagnum við at seta vara- og rakstrarstjóra, nú virksemið er blivið so breitt og umfatandi.

Talan er Terja Nielsen úr Hoyvík. Terji er 47 ára gamal, sum kemur úr einum starvi sum sølu- og marknaðarleiðari í Miðlahúsinum. Umframt rakstur kemur Terji somuleiðis at hava sølu og kundasamskifti um hendi á ANSNI.

Terji hevur somuleiðis drúgvar royndir sum trygdarvørður í býnum, eins og hann eisini røkir trygdaruppgávur fyri FSF.

Helgi Justinussen, stjóri, sigur: ”Vit fegnast um, at ANSNI er vorðin ein týdningarmikil veitari innan trygd í samfelagnum yvirhøvur og taka vit uppgávuna í størsta álvara. Tí vilja vit styrkja enn meira um felagið við at seta ein vara- og rakstrarstjóra og sølumann, ið somuleiðis er eitt vinarligt og álítandi andlit úteftir, sum kann møta viðskiftafólki á bestan hátt. Virksemið hjá okkum er virkið allan sólarringin, alt árið, so hetta krevur nógv av leiðsluni. Vit eru sera fegin um at hava fingið Terja umborð at røkja hesar uppgávur saman við okkum. Ætlanin er at styrkja enn meira um okkara kundasambond, sum hava víst seg at vera sera trúføst, eins og vit fara at bjóða okkum fram í enn størri mun enn áður.”