Anstøðan fær 18 tingfólk

Politikkur19-08-2019 - 15:29 - Jóanis Albert Nielsen

KVF: Fólkaflokkurin verður størsti flokkur á løgtingsvalinum 31. august, og samgongan missir meirilutan.

Tað vísir ein veljarakanning, sum Gallup hevur gjørt fyri Kringvarpið.

Kanningin vísir, at samgongan missir tveir tingsessir, og fær tilsamans 15 sessir.

Andstøðuflokkarnir fáa tilsamans 18 sessir.

Býtið

Fólkaflokkurin, sum verður størsti flokkur, fær tveir sessir aftrat, og fær 8 tingsessir. Fólkaflokkurin fær 24,1 prosent av atkvøðunum, les meira her.