Arbeiðarin skal verjast betur

Politikkur20-05-2020 - 07:57 - Jóanis Albert Nielsen

Arbeiðstakarar, serliga tímalønt, eru illa vard í sambandi við hópuppsagnir. Vit hava brúk fyri føroyskari lóggávu á økinum, heldur Ingilín Didriksen Strøm, sum í morgin fer at seta landsstýrismanninum við arbeiðsmarknaðarmálum ein fyrispurning um hetta í løgtinginum.

Stórar broytingar í búskapinum hava ofta við sær hópuppsagnir, og sóu vit hettaí stóran mun fyrst í nítiárunum. Tað sama sóu vit í kjalarvørinum av fíggjarkreppuni í 2009, tá hundraðtals fólk vórðu uppsøgdí føroysku framleiðsluvinnuni. Men eisini í bestu tíðum hava vit sæð at ein av størstu framleiðslufyritøkunum í landinum sendi yvir 100 fólk til hús yvir nátt. Seinastu tíðina hevur føroyski arbeiðsmarknaðurin og búskapurin verið ávirkaður avkoronasmittuni. Hetta eru fólk sum missa sítt livibreyð frá degi til dags.

Lóggáva ið verjir fólk móti at verða uppsøgd og sostatt missa sína inntøku frá einum degi til annan finst ikki í Føroyum. Í grannalondum okkuara hevur hetta leingi verið lógarásett, og tað er ikki er minni tørvur á tí her. Hópuppsagnir eru fyrr allýstar sum uppsagnir, har fleiri løntakarar á sama virki ella stovni verða sagdir upp í einum.

-Hetta er eitt øki, har øll ikki eru javnt sett á arbeiðsmarknaðinum. Tí meðan ein stórur partur av løntakarum frammanundan í avtalum um setanarviðurskifti hava fleiri mánaðar uppsagnarfreist, t.d. fastløntog tænastumenn, so eru tað onnur, sum ikki eru fevnd av slíkum avtalum. Hetta eru til dømis tímalønt, sum eisini eru tann størsti og viðbreknasti bólkurin áarbeiðsmarknaðinum, sum høvdu havt stórtgagn av lógarfestum mannagongdum. Viðtryggari viðurskiftum hevði einstaki løntakarin fingiðbetri tíðog møguleikar til at laga seg til broyttu umstøðurnar og ávirka sína egnu støðu, sigur Ingilín Didriksen Strøm í viðmerkingunum.