Arctic Voyager er á veg á Vestmanna

Vinna13-10-2019 - 13:22 - Jóanis Albert Nielsen
Arctic Voyager ið hevur verið á sildaveiðu norður úr Føroyum verður á Vestmanna klokkan 18 í kvøld. 

Arctic Voyager skal fyrst landa til Vestmanna Seafood, og síðani verður fari víðari til Fuglafjarðar í annaðkvøld, har teir skulu landa til Pelagos. Eisini verður nakað koyrt til virkið í Hvalba.

Arctic Voyager hevur fingið 1150 tons av sild í føroyskum sjógvi, og støddin liggur um 390 gramm.