Arctic Voyager er komin inn at landa

Vinna06-11-2018 - 16:41 - Jóanis Albert Nielsen
Klokkan 15 seinnapartin í dag kom Arctic Voyager á Fuglafjørð við sild. 

Arctic Voyager hevur henda túrin fiskað í altjóðasjógvi norðanfyri á uml 66n og 1v. Arctic Voyager hevur fingið umleið 900 tons av sild.

Arctic Voyager landar í dag til Pelagos í Fuglafirði, og í morgin verður landað til Vestmanna Seafood. Eisini verður koyrt í tangabilar, sum verður koyrt til virki í Hvalba.