Arctic Voyager kemur á Vestmanna í kvøld

Vinna01-11-2019 - 18:54 - Jóanis Albert Nielsen
Arctic Voyager kemur á Vestmanna í kvøld. Arctic Voyager hevur henda túrin verið á sildaveiðu í altjóða sjógvi norðanfyri føroyska markið.

Arctic Voyager hevur henda túrin fingið 800 tons av sild, sum teir skulu landa til Vestmanna Seafood, Pelagos og TG Seafood. Fyrst verður landa í Vestmanna, og verður eisini koyrt í tangabilar har tað sum skal suður til TG Seafood. Síðani verður fari á Fuglafjørð har restin verður landa til Pelagos.