Mynd: Sverri Egholm / portal.fo

Arctic Voyager komin til Havnar

Vinna05-11-2019 - 12:33 - Jóanis Albert Nielsen
Arctic Voyager, sum sigldi á land eystanfyri Vónina í Fuglafirði sunnukvøldið kom fyrrapartin á Havnina.

Arctic Voyager fekk skaða tá ið siglt var á land, og er hol komi á skrokkin. Hølini eru tó inn til tvey rúm, sum eru vatntøtt.

Arctic Voyager skal uppá sleipistøðina hjá Mest.