(Mynd© Claus Bech)

Árligi fundurin millum landsstýrismannin í uttanríkismálum og danska uttanríkisráðharran

Politikkur02-09-2020 - 20:03 - Jóanis Albert Nielsen

Hósdagin 3. september hava Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkismálum, og Jeppe Kofod, danskur uttanríkisráðharri, fund.

Hetta er árligi fundurin millum landsstýrismannin í uttanríkismálum og danska uttanríkisráðharran.

Á skrá fyri fundin eru m.a. trygdarstøðan í Norðurhøvum, langtíðarætlan fyri arktiska arbeiðið hjá londunum báðum og styrkt samstarv á uttanríkis- og trygdarpolitiska økinum

Fundurin verður í Tinganesi. Í samband við fundin verður tíðindafundur kl. 11 í Tinganesi.

Orsaka av koronasmittuni skulu fjølmiðlar, sum ætla at luttaka á tíðindafundinum, boðað frá luttøku á palln@ummr.fo í seinasta lagi hósdagin kl. 10.

Seinnapartin fara ráðharrarnir til Suðuroyar, har m.a. verður vitja í kolanámunum í Rangabotni, hjá Varðanum Pelagic og í Salt á Drelnesi.

Fríggjadagin hava landsstýrismaðurin og danski uttanríkisráðharrin fund við Løgtingsins Uttanlandsnevnd.