Ársfundurin hjá Ráðnum fyri Ferðslutrygd er fyribils útsettur

mentan12-03-2020 - 13:35 - Jóanis Nielsen

Sagt verður frá, at ársfundurin hjá Ráðnum fyri Ferðslutrygd, sum skuldi vera fríggjadagin 13. marts, er fyribils útsettur.

Sambært viðtøkunum skal ársfundur Ráðsins í seinasta lagi vera 1. maj og nýggj dagseting av ársfundinum verður fráboðað skjótast gjørligt

Avgerðin at útseta ársfundin er tikin fyri at vísa atlit til tilráðingar um smittuvanda í sambandi við corona-virus. Vit fylgja annars við gongdini og tilráðingunum frá myndugleikunum og taka støðu til nýggja dagseting av ársfundinum skjótast ráðiligt.

Tá ársfundurin verður hildin, verður tað eftir ætlan við somu spennandi skrá, sum annars var planløgd.

Ársfundurin hjá Ráðnum fyri Ferðslutrygd er vanliga skipaður í tveimum pørtum. Fyrri parturin er almennur við fakligum framløgum, meðan seinni parturin er sjálvur aðalfundurin, sum er fyri kommunur og aðrar limir.

Tríggjar fakligar framløgur eru á ársfundinum hesaferð. Úr Íslandi kemur Sævar Helgi Lárusson, fráRannsóknarnefnd samgönguslysa, at greiða frá um skipanina at kanna álvarsligar ferðsluvanlukkur í Íslandi. Í Føroyum eru ikki skipaðar kanningar av ferðsluvanlukkum settar í verk, men er hetta sett sum fremsta tilmæli í Ferðslutrygdarætlanini fyri Føroyar 2019 – 2027. Í øllum londunum kring okkum, hava líknandi kanningarnevndir virkað í fleiri ár.

Ein framløga verður um ferðslutrygdarætlanina fyri Føroyar og eisini fáa vit frágreiðing um ferðsluvanar og hugburð hjá føroyingum til ferðslu og ferðslutrygd. Lóður gjørdi kanningina fyri Ráðið fyri Ferðslutrygd í 2019.