Ársverkið á miðnámi køvir hugin hjá lærarum í teirra veruliga arbeiði

mentan11-09-2017 - 16:00 - Jóanis Nielsen

Um blaðið

Ársverkið á miðnámi køvir hugin hjá lærarum í teirra veruliga arbeiði. Tapararnir eru næmingarnir. Kanning hjá Yrkisfelagnum Miðnámi vísir, at meginparturin av kvinnuligu miðnámsskúlalærarunum við børnum í barnagarðs- ella skúlaaldri arbeiða undirtíð. Nám vil hava fleiri føroyskar grundbøkur á miðnámi. Fyrr í ár var handritakapping, sum skuldi birta upp undir føroyska lærubókaskriving. 

Jagstranin eftir próvtølum oyðileggur læring og fakliga dýpd. Tað hava lærarar vitað leingi. Miriam Brems, sum bara fekk 12-tøl á miðnámi, iðrar seg nú um, at hon ikki tók av møguleikanum at læra meira og fáa betri innlit og meiri vitan fyri eitt neyðars 12-tal. Skulu vit framhaldandi duga fremmandamál í Føroyum? Maria Heradóttir rópar varskó, tí øll fremmandamál uttan eingilskt eru fyri stórari afturgongd í føroysku skúlunum. 

Blaðstjórn: Olav Absalonsen og Tórður Johannesarson

Innihaldsyvirlit 

Ársverkið køvir hugin, Tórður Johannesarson 

Handrit til vinnulívsrætt vann kapping hjá Námi, Dorit Hansen

Betri sýni og størri dýpd, Dorit Hansen og Sólvá Jónsdóttir, Nám 

Marknaðarlæra – lærubók á miðnámi, Olav Absalonsen 

Marknaðarbúskapur, Olav Absalonsen 

Próvtalsjagstran oyðileggur fakligheitina, Miriam Brems 

Skulu vit framhaldandi duga fremmandamál í Føroyum? Maria Heradóttir