Asbjørn heima aftur í 07 Vestur

ítróttur13-12-2020 - 14:31 - Jóanis Albert Nielsen

Asbjørn Heðinson og 07 Vestur hava undirskrivað sáttmála, og ungi sandavágsmáðurin er sostatt aftur í barndómsfelagnum, úr AB, har hann leikti í ár.


Ungi miðvallarin, sum fyllir 20 leygardagin, fekk longu gjøgnumbrot sítt á besta liði okkara í 2017, í Betri deildini, sum bert 16-ára gamal. Síðan eru tað blivnir 62 dystir í Betri deildini, fyri okkara lið, og fyri AB, har hann leikti í ár.

Asbjørn, hóast enn rættiliga ungur, hevur nógv at bjóða okkum, við royndum úr Betri deildini í ár, og vit fegnast um, at hann hevur valt at spæla her vesturi aftur, skrivar 07vestur.fo.