At hugsa um skaparan

mentan11-10-2021 - 17:34 - Jóanis Nielsen

Hugsa um skapara tín í ungdóms døgum tínum, áðrenn teir vándu dagarnir koma, og tey árini nærkast, sum tú sigur um: Tey huga mær ikki”Prædikarin kp.12.

Liv for Jesus! Lat hann eiga

lívsins vár, tí tað er best,

og títt levnaðs búnað` summar

og tín aldurs bleika heyst!

Soleiðis syngur Lina Sandell. Onkuntíð hoyra vit frísk trúgvandi ungfólk, sum hava allar møguleikar við einum longum arbeiðsdegi í Guðs ríkis víngarði, siga, at tey kundu hugsa sær, at verið loyst frá hesi verð og sloppið heim til Guðs at búgva.

Tað ljóðar sum ein løgin tanki at hava hjá einum ungum menniskja. At hin ungi eigur vónina um ævinleikan, er ikki sama støða sum, tá ið oldingin er við at leggja niður ferðastavn mettur av guðsfyltum lívi. Carl Skovgaard-Petersen prestur, sigur einastaðni frá, tá ið hann sum unglingi var komin á gátt hjá gamlari guðsóttandi konu, ið lá til tað seinasta. Hon royndi at siga mær frá himmiríki, frá ævinleikanum, frá tí nýggja Jerúsalem; tað gjørdi hon bæði við bíbilskum myndum og við teimum tonkum, sum ein doyggjandi kristin nú kann hava. Í andliti hennara sást glæma av vantan og vón um nakað, ið hon var við at náa. Men, sigur Skovgaard, eg kundi ikki rættiliga fylgja henni. Og tá ið eg kom út úr sjúkrakamari hennara, út í tann fríska, ljósa várdagin, har tað uddi í nýsprotnum lívi og kátum fuglasongi, var tað nakað í mær, sum mótmælti. Ungdómsins møguleikar drógu meg meira enn hitt nýggja Jerúsalem. Tað var einki í mær, sum segði, at eg nú skuldi tveita frá mær og fylgja hesi gomlu konuni inn til ta ævigu hvíldina. Í teirri løtu kendi eg kristindómin sum lívsfíggindaligan, sigur hann. Tó var tað út av lagið skeivt og órættvíst av mær at hugsa soleiðis. Tí hvat lívsfíggindaligt er tað, at kristindómurin gevur mær eina livandi vón? Tað var bara eg, ið ikki var búgvin til tað, ið eg hevði hoyrt. Hin gamla konan var komin á lívsins vegenda, eg var júst byrjaður á vegnum. sigur Skovgaard.

Kristindómur hevur boð til allar aldrar. Hann hevur paradístónar, sum barnið skilir, og ævinleikans vón, sum grípur hin aldraða.

Tey ungu kunnu doyggja, tey gomlu skulu doyggja.

Tey gomlu trúgvandi skoða ljósið handan deyðans myrkur. Hóast dagarnir í ellini kunnu vera vondir við møði, trega, veikleika og sjúku, so merkja tey veingir sálanna spenna seg fyri at fara á flog. Tey síggja langt. Tað, ið er nær, sæst ikki so væl, nútíðin er teimum meira óvikomandi og týdningarleys, men fortíðin, serliga barna- og ungdómsárini koma fram, tey liggja eins og land í glógvandi sól, og framman fyri síggja tey, eins og gamla konan, ið Skovgaard vitjaði – ævinleikan – Jesus.

Tú kann hoyra eldri menniskju líkasum taka undir við Linu Sandell soleiðis sum hon syngur í versinum omanfyri: Mín trúgv á Jesus hevur vart frá ungdómsins lívsfríska vári, og til nú á aldurs bleika heysti. Hin trúgvandi skal síggja Jesus teir dagar. har lógvatakið viknar og hann ikki orkar meira - ta stund, tá ið tað gleppur, og hann missir takið. Tá tekur Harrin síni í favn og ber tey heim.

Hann hevur lova sínum, at eingin skal slíta tey úr hond hansara.

John S. Myllhamar