Atlanntic Airways Tórshavn Marathon, partur av heimsumfatandi marathonfelagsskapi

ítróttur27-10-2019 - 12:05 - Jóanis Nielsen

Atlantic Airways Tórshavn Marathon, partur av heimsumfatandi marathonfelagsskapi og aldursbólkakapping í 2019/20

Atlantic Airways Tórshavn AtlanticAbbottWMM Wanda Age Group World Rankings” er ein heimsumfatandi felagsskapur og marathon-kvalifiseringskapping, har allir marathonrennarar kunnu gera seg galdandi í 9 ymiskum aldursbólkum frá 40 til 80+ ár. Hetta við at kappast í nøkrum av teim umleið 180 marathon kappingunum kring knøttin, sum eru partur hesum felagsskapi.

Kappingin byrjaði tann 30. september 2019 og endar í Chicago tann 11. oktober 2020. Eftir hetta verður gjørt endaliga upp, hvørjir rennarar hava kvalifiserað seg í ymisku bólkunum, til at luttaka í “AbbottWMM Wanda Age Group World Championships” í 2021.

Tvey tey bestu úrslitini í marathonkappingunum, í tíðarskeiðnum, telja við í endaligu uppgerðini av stigum í øllum 9 aldursbólkunum. Rennarar kunnu vinna sær stig, við at luttaka í Abbott World Marathon Majors tiltøkum (six stars) og í marathonkappingum, sum eru partur av AbbottWMM Wanda Age Group World Rankings, sum t.d. Atlantic Airways Torshavn Marathon. Les meira um stig skipanina á teirra heimasíðu.

Tá ið kvalifiseringstíðarskeiðið er endað og stigini uppgjørd, verður tann rennarin við hægsta stigatali í hvørjum aldursbólki boðin at luttaka í “2021 Championships” kappingini saman við rennarunum við flest stigum frá hvørjari tjóð (í uppgerðini verða føroyskir, grønlendskir og danski rennarir roknaðir í somu tjóð).

Les meira um hesa sera spennandi altjóða kapping, har tú kanst gera teg galdandi og hvussu hon virkar, á heimasíðuni: https://www.worldmarathonmajors.com/agwr/how-it-works/

Nú vit eisini eru partur av hesum heimskenda marathonfelagsskapi og varpa ljós á Føroyar, kunnu vit rokna við enn fleiri luttakarum.

Umframt henda felagsskap, eru vit eisini limir í AIMS felagsskapinum: www.aims-worldrunning.org

Melda til Atlantic Airways Tórshavn Marathon á