Atlantic fingið avtalu í lag um at flúgva leigutúrar úr París

Vinna24-05-2020 - 18:12 - Jóanis Albert Nielsen

Atlantic Airways fór í 2019 undir at flúgva beinleiðis úr Føroyum til stóra, evropeiska snúningsdepilin, Charles de Gaulle í París. Nú rutuflúgvingin liggur still, er tað eydnast Atlantic Airways at fáa fleiri leigutúrar við útgangsstøði frá franska flogvøllinum

Fyrsti leigutúrurin var frá Charles de Gaulle til Yangon í Myanmar við eini millumlending í Baku í Aserbadjan.

Tað var Elinborg við manning, ið fleyg langa teinin til Myanmar, og tey lendu í gjár aftur í franska høvuðsstaðnum.

Myndin er tikin á flogvøllinum í Myanmar