Auto: Tænasturnar ísv flogvøllin dýrka

Vinna07-07-2019 - 20:18 - Jóanis Albert Nielsen

Mánadagin 8. juli 2019 kemur nýggj reglugerð í gildi á flogvøllinum, har m.a. hýruvognar skulu rinda fyri at virka inni á økinum hjá Vága Floghavn.

At hýruvognarnir hjá Auto skulu gjalda til floghavnina hevur við sær, at Auto hækkar prísin fyri eitt setur í okkara regluligu koyring millum flogvøllin og høvuðsstaðin.

Prísurin til og frá flogvøllinum hevur verið hin sami í fýra ár, sjálvt um grundarlagið at liva og virka í samfelagnum er nógv dýrkað hesa tíðina. Men nú Vága Floghavn áleggur hýruvognunum eitt gjald at virka á økinum, hevur nevndin í Auto gjørt av at hækka gjaldið fyri Airport Shuttle úr 200 og upp í 225 kr.

Príshækkanin hevur við sær, at frá 8. juli 2019 kostar eitt setur hjá Auto 225 krónur.

Tað er okkara vón, at viðskiftafólk framvegis taka undir við okkara væl umtóktu Airport Shuttle Service, sjálvt um tænastan dýrkar.

Pf. Auto vil áhaldandi virka fyri at betra tænastuna, so at viðskiftafólk ómakaleyst verða flutt aftur og fram í nýggjum og tryggum bilum.

vh, pf. Auto