Mynd: Jens Kr. Vang/Portal.fo

B36’ari er ávegis til EB/Streym

ítróttur10-02-2015 - 03:47 - Jóanis Albert Nielsen

19-ára gamli Rasmus Dan Sørensen, sum altíð hevur spælt við B36, hevur í kvøld verið og vant hjá EB/Streymi. Sambært Faroesoccer.com, so hevur Rasmus spælt 62 dystir í Effodeildini, har hann hevur skotið 8 mál. Hann hevur eisini prøva seg av úti í Europa, har hann bæði hevur spælt Champions og Europa Leauge.

Rasmus kann spæla á vonginum, offensiv mið og áleypari, eisini er hann sera arbeiðssamur spælari.

Eliesar Olsen, venjari hjá EB/Streymi, segði við JN.fo í kvøld, at EB/Streymur hevur verið úti eftir Rasmusi, men í kvøld var fyrstu ferð  Rasmus vandi við EB/Streymi, Rasmus skal spæla venjingardyst við teimum í morgin. Eliesar segði víðari, at Rasmus skal royndarvenja við EB/Streymi vikuna út, so verður tað tikið har frá.