Bæði sjúkrabilur og tyrla vórðu boðsend

14-08-2020 - 11:35 - Jóanis Nielsen
Bæði sjúkrabilur og bjargingartyrlan vórðu boðsend í gjár, tá ið tveir smádreingir høvdu fingið meyrusýru í seg, tilburðurin var í Eysturoynni.

Meyrusýra er sera sterk, tí vóru smádreingirnir fluttir í skundi til Landssjúkrahúsið.

Vakthavandi á løgreglustøðini veit ikki í morgun hvussu støðan hjá dreingjunum er, skrivar portal. fo.